Vøgguvísa, Ein Kópakona Syngur
Hodnocení: 63%Délka skladby:
3:18 min
Žánr:
folk
Vloženo: 26.11.2023, 03:53
Interpret:
Eivør
Hudební album:
At the Heart of a Selkie
Celkové hodnocení alba:
64%
Rok vydání:
2016
Náttin er eitt látur,
hellið dimt og trygt.
Havið murrar gátur,
mánin er ein lykt.
Sov nú, lítli vinur,
eygu klár og døkk,
sov, tú ert so linur,
inn í myrkrið søkk.
Náttin er ein alda,
vaggar teg í blund.
Bæði vit nú halda
út á silvursund.
Dreymaham so blankan
vil eg spinna tær
úr stjørnuvond og langtan.
Svim tú út við mær.
Náttin er ein strongur,
íða, villfør, von.
Sov nú, søti drongur.
Ytst á havsins trom
báran teskar gloym ei
móðurhjarta mítt,
dansi eg um tarateig,
altíð er tað títt.